Óhapstrygd

Ein ískoytistrygging til títt innbúgv
 

Hevur tú verið so óheppin, at tín fartelefon brotnaði, tí tú av óvart misti hana á gólv? Óhapstrygd veitir endurgjald fyri allar bráðkomnar skaðar á ávíst privat innbúgv, t.d. fartelefonir, teldlar, koppastell, sofur og klæðir. Bráðkomin skaði er til dømis skaði, har tú av óvart kemur undir tína snildfon, ið dettur á gólv, og telefonin brotnar. 


Í stuttum kann sigast at ein brádligur skaði er:

  • Óvæntaður
  • Ein brádlig hending
  • Ger lutin óbrúkiligan

Óhapstrygd er ein ískoytistrygging til tryggingina Familjutrygd, ið fyrst og fremst er ein trygging til títt innbúgv. Tí er neyðugt, at tú hevur teknað Familjutrygd hjá Trygd, um tú ynskir at keypa Óhapstrygd. Les meira um Óhapstrygd her.


Hjá okkum fært tú eisini Tøknitrygd

Tøknitrygd er ein ískoytistrygging, sum veitir endurgjald fyri allar innanífrá komandi skaðar á elektrisk tól, tað vil siga feilir, sum henda, og sum ikki hava nakra beinleiðis skaðaorsøk. Eitt dømi er, at sjónvarpið brádliga sløknar og tendrar ikki aftur. Les meira um Tøknitrygd her.