Appin til uttanlandsferðina

Appin til uttanlandsferðina
Við appini hjá Trygd kanst tú fáa hjálp og vegleiðing, um tú ert uttanlands og hevur brúk fyri tínari ferðatrygging.

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt gera í ymiskum støðum, um okkurt er hent. Tað kann t.d. vera, at tú gerst sjúk/ur, okkurt verður stolið frá tær ella títt viðføri er seinkað. Appin lýsir ferðatryggingar hjá Trygd, og er tí til viðskiftafólk hjá Trygd, ið hava teknað trygging fyri privatar ferðir uttanlands.


Tak appina niður her:
 

Tak niður appina til iPhone   Tak niður appina til Android

Vit gera vart við, at appin ikki er ein fullfíggjað lýsing av ferðatryggingini frá Trygd, og tað til ein og hvørja tíð eru galdandi treytir hjá P/F Trygd Tryggingarfelag, ið avgera um endurgjald verður veitt ella ikki veitt. Tí skalt tú eisini altíð goyma tað tryggingarskjalið, ið er galdandi fyri tína ferðatrygging. 


Rís og rós

Hevur tú viðmerkingar ella spurningar til appina hjá Trygd, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst skriva til okkara á trygd@trygd.fo.