Sýn av bilskaða

Hevur tín bilur fingið skaða, skal hann til sýn hjá einum góðkendum verkstaði áðrenn umvælingina.

Soleiðis gert tú, tá ið bilurin hevur fingið skaða:

  • Boða okkum frá, at bilurin hevur fingið skaða. Hetta kanst tú gera her á heimasíðuni

  • Tá ið vit hava fingið fráboðanina, fært tú eitt skaðanummar frá okkum.

  • Tú fært ein váttan, ið sigur, um tryggingin fevnir um tann skaða, sum bilurin hevur fingið.

  • Eftir hetta kanst tú seta teg í samband við ein verkstað.

Verkstaðir
Fá yvirlit yvir góðkendar verkstaðir og fyrimunarverkstaðir her. Eisini kanst tú lesa meira um, hvørjar treytir vit seta verkstaðum, sum umvæla bilskaðar her.