Á sumri, kann UV-index fara uppum tað sum er sunt fyri kroppin og á vetri kann tað vera hálka, vindur og nógv regn.
UV-indexið
fortelur okkum hvussu sterk sólstrálurnar eru júst nú og harvið nær tú skalt vera ansin í sólini. Minst til at tú kanst verða sólbrend/ur, eisini tá tað er yvirskíggjað.
Í middagssólinini kann UV-indeksi við miðkringin koma heilt upp á sirka 15 og í Føroyum hægst 7 í summarmánaðunum.
Altjóða Heilsustovnurin (WHO) kategoriserar UV-strálustyrki eftir fylgjandi leisti.
UV-index | Styrki | Vandi |
---|---|---|
1
2
|
Lítil | Lítil vandi fyri sólskálding |
3
4
5
|
Miðal | Miðal vandi fyri sólskálding |
6
7
|
Høg | Stórur vandi fyri sólskálding |
8
9
10
|
Sera høg | Sera stórur vandi fyri sólskálding |
11
|
Ekstremt | Ekstremt stórur vandi fyri sólskálding |