• Koronavirus: soleiðis veitir tryggingin endurgjald

    Koronavirus: soleiðis veitir tryggingin endurgjald

    Her finnur tú svar til vanligastu spurningarnar í sambandi við Koronavirus og trygging. Vit mæla tær harumframt til at fylgja vegleiðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum.


    Skalt tú boða okkum frá skaða, kanst tú gera tað her.

    Í hvørjum føri veita ferðatryggingin og avboðstryggingin endurgjald?                   

    Tekur tryggingin við, um eg vil ferðast heim fyrr enn upprunaliga ætlað, ella um eg vil avlýsa mína ferð, av tí at eg kenni meg ótrygga/n?
    Tryggingin tekur bert við, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið, ið tú skalt ferðast til.

    Tekur avboðstryggingin við, um danska uttanríkismálaráðið mælir fólki frá at ferðast til økið, ið eg skal til?
    Ja, avboðstryggingin tekur við, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið, og um tað eru 3 dagar ella styttri til fráferð. Hetta er tó treytað av, at frámæli um ferðing til økið ikki vóru galdandi á bíleggingardegnum.

    Um eg skal ferðast til eitt øki, ið er rakt av Koronavirusi, eri eg so framvegis fevnd/ur av ferðatryggingini?
    Tryggingin tekur við, hóast tú ikki hevur fylgt vegleiðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum, tá ið tú fert avstað. Tað mæla vit tær tó altíð til at gera. Tryggingin tekur við,men kortini eru fleiri avmarkingar. Ert tú farin til eitt land ella øki, ið danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðir til, er eingin fulnaður fyri útreiðslur, sum standast av viðurskiftum í sambandi við Korona - Tað veri seg útreiðslur av læknaviðgerð, mistar ferðadagar, evakuering o.a.

     

    Tað er ein treyt, at tryggingin er teknað, áðrenn danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið.
     

    Um eitt tiltak uttanlands verður avlýst (t.d. ein konsert), og tað er endamálið við ferðini, tekur avboðstryggingin so við?
    Ja, um tiltakið verður avlýst áðrenn fráferð, dekkar avboðstryggingin.

     

    Hvat geri eg, um mítt flogfar verður avlýst?
    Um flogfarið verður avlýst, skalt tú søkja um endurgjald beinleiðis frá flogfelagnum ella ferðaskrivstovuni. Viðvíkjandi endurgjaldi fyri aðrar útreiðslur í sambandi við ferðina, skalt tú venda tær til t.d. gistingarhúsið ella fyriskiparan.

     

    Tekur tryggingin við, um eg verði sjúk/ur av koronavirusi á ferðini?
    Um tú verður sjúk/ur av Koronavirusi á ferðini, veitir ferðatryggingin vanliga endurgjald fyri viðgerð og broytta heimferð um neyðugt. Tað er tó ein treyt fyri hesum fulnaði, at danska uttanríkismálaráðið á fráfaringardegnum ikki hevur frámælt ferðing til landi ella øki vegna Korona-støðuna á staðnum.

     

    Vit hjálpa tær sjálvandi framvegis, um tú fært aðra sjúku ella fært skaða á ferðini.


    Hvussu eri eg tryggjað/ur í sambandi við sóttarhald?

    Hvussu eri eg tryggjað/ur, um eg verði sett/ur í sóttarhald, áðrenn eg skal ferðast?
    Vit hava víðkað tryggingarfulnaðin, soleiðis at vit eisini fevna um avlýsing, um tú verður sett/ur í sóttarhald av myndugleikunum og harvið ikki kanst fara avstað sum ætlað. Tú skalt í fyrsta umfari biðja um endurgjald frá flogfelagnum ella ferðaskrivstovuni. Eftir hetta kanst tú fráboða skaðan/avlýstu ferðina hjá okkum, og senda okkum skjalprógv fyri sóttarhaldið.

     

    Hvat hendir, um eg verði sett/ur í sóttarhald, meðan eg eri uttanlands?
    Tað verður beinanvegin eitt mál fyri myndugleikarnar, um illgruni er um, at tú ert smittað/ur við Korona-virusi, ella um sjúkan verður staðfest.

    Um tú verður sett/ur í sóttarhald, meðan tú ert og ferðast sum ætlað:

    Tryggingin veitir endurgjald fyri eykaútreiðslur, um tú verður afturhildin av myndugleikunum  í einum landi. Endurgjald verður veitt fyri uppihald og innanríkisflutning umframt mat upp til 500 kr. um dagin. Tryggingin veitir endurgjald í upp til 3 mð og í mesta lagi 60.000 kr. fyri hvønn tryggjaðan persón.

    Um tú verður sett/ur í sóttarhald, eftir at tú eftir ætlan skuldi verið komin heim:

    Um tú ikki kanst ferðast heim sum ætlað orsakað av sóttarhaldinum, veita vit endurgjald fyri serligar meirútreiðslur í sambandi við ferðina, mat og nýggja ferðaskrá. Tú skalt altíð seta teg í samband við ferðaskrivstovuna ella flogfelagið fyri í fyrsta umfari at umbóka ferðina, og minst til at biðja um seinkingarváttan frá flogfelagnum.

     

    Hvussu verði eg viðgjørd/ur og flutt/ur heim, um eg fái Koronavirus, meðan eg eri uttanlands?
    Í fyrsta umfari verður tú sett/ur í sóttarhald og kanst ikki ferðast heim. Um tú fært smittuna staðfesta, skalt tú í sóttarhald ella viðgerast á staðnum, alt eftir hvussu sjúk/ur tú ert. Trygd kann í fyrsta lagi hjálpa við nýggjari heimferð, tá ið tú ert blivin frísk/ur.

     

    Nær havi eg rætt til endurgjald fyri mistar feriudagar?
    Tú hevur rætt til endurgjald fyri mistar feriudagar, um tú hevur verið sjúk/ur á ferðini. Fyri at fáa endurgjald skalt tú vísa læknaváttan ella annað skjalprógv frá sjúkrahúsinum.
     

    Hvussu síggi eg, um danska uttanríkismálaráði frámælir ferðing?

    Ferðavegleiðingar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá uttanríkismálaráðnum undir teiginum “Rejsevejledninger”. Um óneyðugar ella allar ferðir til eitt økið eru frámældar verða avmarkingar á vanligu ferða- og avboðstryggingunum.

     

    Nærri sæst á www.um.dk.

     

    Um eg ætli mær at bíleggja eina uttanlandsferð

    Ætlar tú tær at bíleggja eina uttanlandsferð til eitt øki, ið danska uttanríkismálaráðið í løtuni frámælir ferðing til, mæla vit tær til at hugsa teg væl um. Tryggingin veitir nevniliga ikki endurgjald fyri ferðir, ið eru bílagdar, meðan tað er frámælt at ferðast til økið. Tað merkir, at avboðstryggingin ikki tekur við í sambandi við ferðir, ið eru bílagdar, meðan økið var appilsingult ella reytt á yvirlitinum hjá danska uttanríkismálaráðnum – hóast væntanir vóru um, at hetta fór at verða broytt.

     

    Hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 35 81 00.