Fráverutrygd

Fráverutrygd

Við Fráverutrygd kann tín fyritøka fáa endurgjald fyri fráveru hjá starvsfólkum, ið gerast óarbeiðsfør orsakað av skaða ella sjúku.

Tryggingin er serliga hent at hava hjá fyritøkum og virkjum við lutfalsliga fáum starvsfólkum, t.d. hjá einstaklingafyritøkum, har eitt longri fráverutíðarskeið hjá starvsfólkunum kann fáa stóra ávirkan á dagliga virksemið og raksturin av fyritøkuni.   

Hvat fevnir tryggingin um?

Fráverutrygd fevnir um fráveru hjá starvsfólkum, ið gerast óarbeiðsfør orsakað av sjúku ella skaða. Um tryggjað starvsfólk í tínari fyritøku gerast óarbeiðsfør, fær fyritøkan eitt mánaðarligt endurgjald. Tað er møguligt at velja ymiskar tryggingarupphæddir fyri einstøku starvsfólkini.

Fyrimunir fyri fyritøkuna

  • Um lyklastarvsfólk gerast sjúk ella fáa skaða, fær fyritøkan eitt mánaðarligt tryggingarendurgjald og verður harvið ikki so meint rakt fíggjarliga

  • Fyritøkan kann brúka tryggingarendurgjaldið til at seta annað starvsfólk í tíðaravmarkað starv, meðan tryggjaða starvsfólkið er burturstatt

  • Tryggingarendurgjaldið kann bøta um gjaldførið hjá fyritøkuni, meðan tryggjaða starvsfólkið ikki er til arbeiðis

  • Fráverutrygd kann sostatt vera við til at tryggja, at dagliga virksemið og raksturin kunnu halda fram, hóast lyklastarvsfólk í fyritøkuni verða óarbeiðsfør í eitt tíðarskeið

Hvør kann tekna Fráverutrygd?

  • Flestallar fyritøkur og virki kunnu tekna Fráverutrygd

  • Tryggingin kann vera serliga hent hjá smærri vinnurekandi, t.d. hjá timburmonnum, frisørum, ráðgevarafyritøkum o.a.

  • Tryggingin er knýtt at teimum starvsfólkum, hvørs fráveru tú vilt tryggja fyritøkuna fyri

  • Til ber at tryggja øll starvsfólk ella útvald lyklastarvsfólk

Tryggingarupphæddir

Tú kanst velja ymiskar tryggingarupphæddir fyri einstøku starvsfólkini. Endurgjaldið verður goldið fyritøkuni mánaðarliga. Um tú t.d. hevur tryggjað eitt starvsfólk fyri 20.000 kr. um mánaðin, fær fyritøkan hesa upphædd útgoldna hvønn mánað - í mesta lagi í 12 mánaðir - meðan starvsfólkið er burturstatt.

Áðrenn fyritøkan kann fáa endurgjald, skal ein lækni hava staðfest fult ella lutvíst óarbeiðsføri, ið stendst av skaða ella sjúku hjá tryggjaða starvsfólkinum.

Meira at vita

Tú kanst lesa meira um treytir fyri Fráverutrygd í høgra bredda. Um tú vilt hava meira at vita um, hvussu tín fyritøka kann fáa gagn av Fráverutrygd, ert tú vælkomin at tosa við okkum, so vit saman kunnu finna røttu loysnina til tín.

Vilt tú hava meira at vita?