• Ert tú rakt/ur av verkfallinum hjá SAS?

    Ert tú rakt/ur av verkfallinum hjá SAS?

    Er títt flogfar seinkað ella avlýst orsakað av verkfallinum hjá SAS, er tað umráðandi, at tú setir teg í samband við títt flogfelag, sum hevur skyldu at veita tær endurgjald ella at broyta tína bóking. Minst eisini til at kanna tína ferðatrygging.

    Tú kanst fáa flogferðaseðilin endurgoldnan á flysas.com. Hevur tú bílagt gjøgnum eina ferðaskrivstovu, kanst tú seta teg beinleiðis í samband við teirra.

    Vilt tú heldur broyta tína bóking til ein annan dag, kanst tú seta teg í samband við kundatænastuna hjá SAS, tá verkfallið er av.

    Tú kanst lesa meira um, hvussu tú gert her.

    Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara á tel. 35 81 00