Ognarskiftistrygd

Ognarskiftistrygd
Ein ognarskiftistrygging er hent, tá ið tú skalt keypa ella selja eini hús. 

Ognarskiftistryggingin tryggjar seljara og keypara av ognini móti ókendum skaðum ella brekum, sum kunnu vísa seg á ognini. Við Ognarskiftistrygd kanst tú fyribyrgja, at tað fær víðfevndar fíggjarligar avleiðingar fyri teg, um fjaldir skaðar ella brek brádliga vísa seg, eftir at húsini eru yvirtikin.

Tryggingin fevnir um umvælingar av ókendum skaðum og brekum, og tí slepst undan, at keypari ella seljari koma í eina óhepna støðu, har tað verður neyðugt at rinda eina stóra peningaupphædd, um ognin eftir yvirtøkuna vísir seg at vera í verri standi, enn keypari av røttum kundi rokna við.

Vanliga er tað tann, ið selur eina ogn, ið teknar ognarskiftistryggingina hjá okkum, men keypari kann eisini tekna tryggingina.  

Tú ert altíð vælkomin til at spyrja okkum - vit ráðgeva fegin.

Viðkomandi skjøl